Sølubúðinar á flaggdegnum 25. apríl

Sølubúðinar hjá Føroya Bjór hava soleiðis opið á flaggdegnum 25. apríl.

Klaksvík 10-12

Leirvík 10-12

Tvøroyri 10-12

Hoyvík stongt

Tórshavn 10-12

Flaggdagur 2019

Á myndini síggja vit stovnaran av Føroya Bjór, Símun F. Hansen (1863-1935), uttan fyri Føroya Bjór. Símun var ein av teim fyrstu sum flaggaði við Merkinum, myndin tikin fyri 1935, áðrenn at Merkið var alment góðkent sum tjóðarflagg.

Í samband við at Merkið er 100 í ár, hava vit bryggjað eina Flagg-øl. Hetta er ein summarlig bjór við merkinum í húnarhátt, har føroysku oyggjarnar hómast í baksýninum.

Liturin á bjórini er reyðlittur við summarligum tónum frá humluni. Listamaðurin Edward Fuglø hevur prýtt flaggølina.”

Føroya Bjór ynskir øllum ein góðan flaggdag.

Flagg-øl

Flagg-øl 500 ml. 4,6 % vol

Av tí at Merkið er 100 í ár, hava vit bryggjað eina Flagg-øl. Hetta er ein summarlig bjór við merkinum í húnarhátt, har føroysku oyggjarnar hómast í baksýninum.

Liturin á bjórini er reyðlittur við summarligum tónum frá humluni. Listamaðurin Edward Fuglø hevur prýtt flaggølina.”

Flagg-øl fæst til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór.

Øldampaður toskur við ertramorli og ølskúmsós

Øldampaður toskur við ertramorli og ølskúmsós

Til 4 verðar

4 toskanakkar 220 gr

1 leyk

200 gram av soppum

1 várbryggj

3 dl fiskasoð

100 gram av smøri

1 dl av róma

Maizena

Ertramorl

Hakka leyk og soppar og steik í grýtu. Stoyt hálva dós av Vár Bryggi í og legg fiskastykkini omanyvir. Krydda, legg lok á og dampa í 5 minuttir.

Kóka ertrar, stoyt vatnið frá og blenda við róma og smøri, salt og pipar.

Kóka fiskasoð, róma og smør saman og javna við maizena. Koyr vætuna frá fiskinum í til síðst og blenda við hondblendara, til tað skúmar.

Legg ertramorl á tallerkin, legg fiskin og síðan soppar og leykbland omaná og til síðst fiskaskúmið. Okkurt smágrønt hóskar væl til.

Drekka affur við: Køld Vár Bryggj

Cask Akvavitt

 

Nýtt:
Einars’ Distillery er komið á marknaðin við einari serligari og avmarkaðari útgávu av Einar’s Akvavitt, navnið er Cask Akvavitt.

Cask Akvavitt hevur ligið og lagrað í serstøkum sherry og bourbontunnum í nakrar mánaðir. Úrslitið av lagringini er eitt gylt akvavitt og ein serstakur rundur smakkur við sherry og vaniljunotum.
Cask Akvavitt er vælegnaður sum snapsur, ella at njóta aftur við einari góðari máltíð.

Cask Akvavitt er 40% í snøggari hálvliturs fløsku og fæst til keyps í avmarkaðari nøgd í Rúsdrekkasølu Landsins.