Cask Akvavitt

 

Nýtt:
Einars’ Distillery er komið á marknaðin við einari serligari og avmarkaðari útgávu av Einar’s Akvavitt, navnið er Cask Akvavitt.

Cask Akvavitt hevur ligið og lagrað í serstøkum sherry og bourbontunnum í nakrar mánaðir. Úrslitið av lagringini er eitt gylt akvavitt og ein serstakur rundur smakkur við sherry og vaniljunotum.
Cask Akvavitt er vælegnaður sum snapsur, ella at njóta aftur við einari góðari máltíð.

Cask Akvavitt er 40% í snøggari hálvliturs fløsku og fæst til keyps í avmarkaðari nøgd í Rúsdrekkasølu Landsins.