Opið um ólavsøku

Sølubúðinar hjá Føroya Bjór hava soleiðis opið um ólavsøkuna

 

Mikudag 25/7
Tórshavn 10.00 – 17.30, Hoyvík 13.00 – 17.30, Klaksvík 10.00 – 17.30, Leirvík 13.00 – 17.00, og Tvøroyri 10.00 – 17.30.

Hósdag 26/7
Tórshavn 10.00 – 19.00, Hoyvík 13.00 – 17.30, Klaksvík 10.00 – 17.30, Leirvík 13.00 – 17.00, og Tvøroyri 10.00 – 17.30.

Fríggjadag 27/7
Tórshavn 10.00 – 19.00, Hoyvík 13.00 – 19.00, Klaksvík 10.00 – 17.30, Leirvík 13.00 – 18.00, og Tvøroyri 10.00 – 17.30.

Leygardag 28/7
Tórshavn 10.00 – 12.00, Hoyvík 10.00 – 12.00, Klaksvík 10.00 – 12.00, Leirvík 10.00 – 12.00 og Tvøroyri stongt.

Sunnudag 29/7
stongt

Mánadag 30/7
Tórshavn 10.00 – 17.30, Hoyvík stongt, Klaksvík 10.00 – 17.30, Leirvík 13.00 – 17.00 og Tvøroyri 10.00 – 17.30

 

Einar’s Gin

 

Føroyskt ginn til ólavsøku

Nú er tað fyrsta ginnið, sum burturav er føroysk framleiðsla, komið á hillarnar í Rúsdrekkasølu Landsins. Tað er Einar’s Distillery, ið framleiðir ginnið, sum hevur fingið navnið Einar’s Gin.

– Vit hava nú í fleiri ár arbeitt við at menna føroyskt ginn, og nú halda vit, at vit eru komin á mál. Vit hava gjørt eitt siðbundið ginn við útgangsstøði í London Dry Gin.

Baraldarber og koriander (deymkorra), eyðkenna smakkin saman við nógvum øðrum urtum, og millum annað føroyska hvannrótin og góða føroyska vatnið geva ein frískligan angandi smakk, sigur Einar Waag, stjóri í Föroya Bjór, sum eisini eigur Einar’s Distillery.

Tá ið London Dry Gin verður framleitt, er eitt krav at øll rávøra og øll krydd skulu verða náttúrlig, tað er ikki loyvt at tilseta nøkur smakkievni, litevni ella annað. Náttúrligu urtirnar liggja í alkoholi eina rúma tíð, áðrenn tað verður distillerað. Tað gevur besta smakkin, greiðir Einar frá. Tað var í 2017, at Föroya Bjór gjørdi eina stóra íløgu í fyrsta føroyska distillaríið.

– Hetta við distillarínum hevur verið ein dreymur hjá okkum í eini 25 ár. Stórur partur av íløguni til eitt whisky-brennarí er longu til staðar í einum bryggjaríi, tað vil siga brygging og gering, so tað liggur væl fyri at fara undir. Vit hava brent whisky síðan 2017, og tað skal liggja í tunnum í nógv ár, áðrenn tað er búnað, sigur Einar Waag.

Einar’s Gin fæst í 70 cl fløskum í Rúsdrekkasølununum um landið, í taxfree umborð á Norrønu og í Duty Free á flogvøllinum.

Föroya Bjór framleiðir eisini Tonic-sodavatn, sum stendur mát við tær allar bestu, so nú ólavsøkan stundar til, kunnu fólk njóta ein Gin&Tonic frá Einar’s Distillery og Föroya Bjór.

Ólavsøkubryggið 2018

Føroya Bjór við ólavsøkubryggi

Nú tjóðarhátíðin stundar til,  hevur Føroya Bjór bryggjað eitt serstakt ólavsøkubryggj prýtt við eyðkendum føroyskum litum.

Annika Waag, góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór, sigur:

“Ólavsøkubryggið er ein serstøk samanseting av malti, humlu og føroyskum urtum. Ólavsøkubryggj hóskar serstakliga væl til føroyskan mat og til ólavsøkuborðið og vit vóna, at føroyingum fer at dáma væl nýggja bryggið.

Ólavsøkubryggið fæst í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og í handlunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, sum 0,33 cl. fløska.

Einar’s Akvavitt vunnið heiðursmerki

 

Einar’s Akvavitt hevur vunnið heiðursmerki á International Taste & Quality Institute (iTQi), sum er heimsins mætasta kapping fyri mat og drekkivørur. Einar’s Akvavitt fekk heiðurin Superior Taste Award, ið gevur 2 gullstjørnur.

“Hetta er ein góð og kærkomin viðurkenning fyri Einar’s Distillery. Vit hava arbeitt hart og miðvíst við at menna Einar’s Akvavit, og hetta er ein staðfesting av, at vit smæðast ikki burtur. Vit eru nærløgd og brúka bara tær bestu rávørurnar í framleiðsluni. Eg eri heilt vísur í, at tað góða føroyska vatnið hevur spælt ein stóran leiklut í úrslitinum.” sigur Einar Waag, stjóri á Eínar’s Distillery.

Kappingin, ið hevur sæti í Brúsell í Belgia og hevur heitið “International Taste & Quality Institute”, kappingin er á hvørjum ári og er tann størsta av sínum slagi við luttøku úr meir enn 130 londum. Í dómarapanelinum eru 140 serkøn í mati og drekkivørum, tað eru kokkar, spiritus- og vínserfrøðingar, og dømingin er grundað á blindsmakking og kemiska kanning.

“Vit vita at føroyskar rávørur eru í heimsflokki og vit kunnu brúkað heiðurin sum eitt herðaklapp at  marknaðarføra Einar’s Distillery”, sigur Einar Waag. “Hetta er ein kapping, ið keyparar kring heimin fylgja og heiðurin kann gera, at vit kunnu koma inn á útlendskar marknaðir eisini”.

Einar’s Distillery er fyrsta góðkenda føroyska distallarí, áhugin stórur fyri framleiðsluni hjá Einar’s Distillery: ”Sølan av Einar’s Akvavitt og Einar’s Vodka hevur verið stak góð og um stutta tíð kemur eisini føroyskt gin á marknaðin, umframt hesar vørunar, liggur føroyskt whisky í tunnum og búnast, sigur Einar Waag at enda”.

 

 

Aqua Frísk

 

Aqua Frísk er ein leskiligur tostadrykkur við ananas og sitrón, ið hevur ein sera frískan og leskiligan smakk. Aqua Frísk inni heldur onki sukur, einki litevni og bara eina kaloriu.

Aqua Frísk og tann nýggja bláa fløskan eru ment og framleidd í Føroyum. Vónandi verður tikið væl ímóti nýggju Aqua Frísk.

Um spurningar eru, verið vælkomin at skriva til: fb@foroyabjor.fo ella at ringja til Sophus E. Dal Christiansen á 295434.

Vinarliga heilsan

Føroya Bjór