Einar’s Akvavitt og Einar’s Vodka

Føroyskt akvavitt og føroyskt vodka kemur i dag á hillarnar í Rúsdrekksølu Landsins.
Tað er Einar’s Distillery, ið er framleiðari og er fyrsta góðkenda føroyska distillarí, og vørunar eru føroysk framleiðsla.

Einar’s Akvavitt: Er kryddað við kumman, föroyskum urtum og distillerað við föroyskum vatni. Smakkurin er mildur og frískur. Hóskar væl til föroyskan mat og sum durasnapsur.
Einar’s Vodka: Er framleitt úr natúrligum rávörum og distillerað við föroyskum vatni. Smakkurin er mildur og frískur.
Vit hava síðani 2011 arbeitt við hesari verkætlanini, og eru fegin um at kunna bjóða føroyingum føroyskt akvavitt og vodka, meðan vit bíða eftir whisky, ið liggur og lagrar, sigur Einar Waag stjóri.

Nýggj heimasíða

Føroya Bjór hevur fingið nýggja heimasíðu. Síðan er gjørd til at rigga bæði til teldlar, fartelefonir og sjálvandi teldur og tað er Estra Vasti í Gøtu, sum hevur gjørt síðuna og myndinar hevur Finnur Justinussen frá Fotostudio tikið.

“Vit eru sera fegin um at hava fingið eina nýggja snøgga heimasíðu”, sigur Einar Waag stjóri.

Arbeitt verður í løtuni við at fáa síðuna út á fleiri málum.

Minnist til J-dagin

Jólabryggið 2017 frá Føroya Bjór er bryggjað.

Føroya Bjór J-dagurin er nakað heilt serligt, og tað fara vit at fagna. Flest øll skeinkistøð í landinum fara at gera nakað burtur úr
J-degnum.

Tvøroyri:
17.00 Pubbin
22.00 Tvøroyrar Klubbi
23.30 Grottan/Hotel Tvøroyri

Vágur:
17.00 Hotel Bakkin 
21.00 Hjá Jugga

Sandur:
22.00 Kafé Breiðateig

Norðoyggjar:
19.00 Café Fría
20.00 Maverick
21.00 Jaquson
22.00 Roykstovan

Eysturoy:
21.00 Turkihúsið, Fuglafjørður
21.00 Bovling, Leirvík
21.00 MC Café, Runavík

Norðstreymoy:
20.00 Við Sjógv, Kollafjørð
21.30 Smiðjan, Miðvági
22.00 Disvoy, Vestmanna

Vágar:
21.30 Smiðjan, Miðvágur
23.00 Hotellið í Miðvági

Nólsoy:
17.00 Maggies
19.00 Kaffistovan

Tórshavn:
17.00 Cafe Natúr, Irish Pub og Havnar Klubbi
18.00 Paname Café
19.00 Cafe 22
20.00 Mimir, Bowling
21.00 Hvonn, Blábar
22.00 Sirkus, Jomfrúbakkin
22.30 Glitnir
23.00 Base Camp, Cleopatra
00.00 Mojo
01.00 Luux, Basalt

Tvey nýggj heiðursbryggj

Katharina & Luther.

Vit hava bryggjað 2 heiðursbryggj í samband við, at tað eru 500 ár síðani, at Martin Luther feldi tær 95 tesirnar á Slotshurðina í Wittenberg.

Katharina von Bora, kona Luther var bryggari, plantukøn og hevði egið bryggjarí. 
Bryggjara á Føroya Bjór hava gjørt nógv burtur úr, at finna røttu rávørur, samanseting og uppskriftir fyri at bryggja eftir leistinum hjá Katharinu Von Bora.

Katharina Von Bora, 5,8 % vol
Ein ljós ófiltrerað bjór, ið hóskar væl til fisk og fiskarættir.
Bryggjað soleiðis, sum vit ímynda okkum at Katharina von Bora gjørdi tað.

Martin Luther, 5,8% vol
Ein myrk ófiltrerað bjór, ið hóskar væl til kjøt og føroyskan mat. Bryggjað soleiðis, sum vit ímynda okkum at Katharina von Bora gjørdi tað.

Heiðursbryggjini fáast til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór kring landið.