Øldampaður toskur við ertramorli og ølskúmsós

Øldampaður toskur við ertramorli og ølskúmsós

Til 4 verðar

4 toskanakkar 220 gr

1 leyk

200 gram av soppum

1 várbryggj

3 dl fiskasoð

100 gram av smøri

1 dl av róma

Maizena

Ertramorl

Hakka leyk og soppar og steik í grýtu. Stoyt hálva dós av Vár Bryggi í og legg fiskastykkini omanyvir. Krydda, legg lok á og dampa í 5 minuttir.

Kóka ertrar, stoyt vatnið frá og blenda við róma og smøri, salt og pipar.

Kóka fiskasoð, róma og smør saman og javna við maizena. Koyr vætuna frá fiskinum í til síðst og blenda við hondblendara, til tað skúmar.

Legg ertramorl á tallerkin, legg fiskin og síðan soppar og leykbland omaná og til síðst fiskaskúmið. Okkurt smágrønt hóskar væl til.

Drekka affur við: Køld Vár Bryggj