Jólabryggj

Jólabryggið er bryggjað við stórum eldhuga, og nógv er gjørt fyri at fáa bestu góðsku og besta smakk. Samanspælið millum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska frá humluni er heilt serligt.
Jólabryggið hóskar serliga væl til vanligan hugna og afturvið jólamati sum røstum kjøti, gás og fleska- og oksasteik.

Fæst í 0,33 l glasfløsku og 0,33 l dós.