Vár & Páskabryggj

Føroya Bjór bjóðar várinum vælkomnum

Farið er um fyrsta várdagin, náttúran er um at vakna aftur, og fyrstu vártekin hómast. Tað merkist eisini á Føroya Bjór, tí bæði Várbryggið og Páskabryggið er komið á marknaðin.

Várbryggið

Annika Waag góðsku- og virkisleiðari á Føroya Bjór sigur:

“Bryggjarar á Føroya Bjór hava við nærlagni valt út bestu rávørur til Várbryggið 2019. Úrslitið er ein ljós og løtt kryddað bjór við serligum malt- og humluslögum. Várbryggj hóskar seg væl afturvið fiski, ljósum kjøti ella at njóta saman við vinum og føroyska várinum.

Várbryggj fæst í 33 cl. dósum í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og Rúsdrekkasølu Landsins kring landið, umborð á Norrønu og Duty Free á Flogvøllinum.

Páskabryggið 

Páskirnar eru ikki langt burtur, og Páskabryggið er nú eisini bryggjað og smakkað.

“Páskabryggið er bryggjað við stórum eldhuga. Bryggjarar á Føroya Bjór hava lagt seg eftir at fáa bestu góðsku og smakk, og úrslitið er ein Páskabryggj, sum hevur eina góða javnvág ímillum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska frá humluni” sigur Annika Waag góðsku- og virkisleiðari á Føroya Bjór.

Páskabryggj hóskar tað sera væl til Føroyskan mat, til páskaborðið ella sum ein hugnabjór saman við vinfólki í veitslulag.

Páskabryggj fæst í 33 cl. fløska í sølubúðunum hjá Føroya Bjór, í handlunum hjá Rúsdrekkasølu, Landsins, á matstovum og skeinkistøðum kring landið, umborð á Norrønu og Duty Free á Flogvøllinum.