Nýggj øl frá Føroya Bjór – Múlafossur Red Ale

 

Nýggj øl frá Føroya Bjór – Múlafossur Red Ale

í samstarvi við bóndan í Gásadali, Jóhan Fagraklett hava vit bryggjað eina nýggja øl. Hetta er ein Irish Red Ale við vatni úr Múlafossi og byggið er somuleiðis úr Gásadali.

Ein Reyðlig bjór við góðum og mjúkum ráka av ymiskum maltsløgum og bayerskari humlu, ið hóskar væl til lambs- og neytakjøt.

 

Frá hugskoti til veruleika
í gomlum døgum var jørðin í Gásadali brúkt til at dyrka korn á. Hetta kann lesast í gomlum skjølum. Tí kom hugskotið at royna hetta aftur.

Í februar 2019 hittust bóndin í Gásadali og Einar Waag á landbúnaðarstevnu í Klaksvík. Kornið skuldi fyrst og fremst brúkast sum fóður, men Einar helt fyri, at tað var synd at brúka alt til matna.

– Heldur áttu vit at roynt at bryggja eina øl við føroyskum byggi og ikki minst vatni úr Gásadali.

Tá akurin var hálvan metur høgur var klárt at hesta. Kornið varð fingið til vega og turkað á garðinum. Síðani varð kornið koyrt til Klaksvíkar, har ølin er bryggjað. Úrslitið er sum áður nevnt ein Irish Red Ale, ið kallast Múlafossur. Ølin fæst í 33 cl fløskum og verður at fáa í sølubúðunum hjá Føroya Bjór í morgin, 5. mai.

Jólasnapsur frá Einar´s Distillery

Einar´s Distillery er í jólahýri. Í langa tíð, hevur jólasnapsurin lagrað á hesum brimbardu klettum á Bourbon føtum.

Hettar er Føroysk framleiðsla, ið er kryddað við vistfrøðiligum jólakryddi og føroyskum urtum, siga tey á Einar´s Distillery.

Jólasnapsurin er 38 % vol, smakkurin er kraftigur og serstakliga Jólaligur.

Jólasnapsurin hóskar væl  til hugnaligar jólaløtur, sum ein vælkomsdrykkur ella omaná ein góðan jóladøgurða.

 

Talan er um eina avmarkaða nøgd.

 

Jólabryggið 2019

 

Jólabryggið 2019 frá Føroya Bjór er bryggjað og fæst til keyps  fríggjadagin 1. november.

Bryggjarar frá Føroya Bjór siga,  at nógv er gjørt burtur úr góðsku og samanseting av rávørum til ársins jólabryggj.

Sera góð skotsmál eru longu givin frá serfrøðingum heima og uttanlanda, ið hava smakkað Jólabryggið.

Jólabryggið hóskar serliga væl afturvið øllum jólamati sum røstum kjøti, gás, fleska- og oksasteik.

Jólabryggj fæst til keypst í sølubúðunum kring landið.

Ólavsøkubryggið 2019

Til tjóðarhátíðina hevur Føroya Bjór bryggjað eitt serstakt ólavsøkubryggj prýtt við eyðkendum føroyskum litum.

Annika Waag, góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór, sigur:

“Ólavsøkubryggið er ein serstøk samanseting av malti, humlu og føroyskum urtum. Ólavsøkubryggj hóskar serstakliga væl til føroyskan mat og til ólavsøkuborðið og vit vóna, at føroyingum fer at dáma væl nýggja bryggið.”

Avmarkað nøgd.

Nýggj summar Sisu frá Føroya Bjór

 

Sisu Exotic er ein frísk og leskilig  summar Sisu, ið gevur eina góða uppliving av sól og summar.

Sisu Exotic fæst sum 1,5 L. og Sisu Exotic  0,5 L. fæst um  2-3 vikur.

Gott summar.

Flagg-øl

Flagg-øl 500 ml. 4,6 % vol

Av tí at Merkið er 100 í ár, hava vit bryggjað eina Flagg-øl. Hetta er ein summarlig bjór við merkinum í húnarhátt, har føroysku oyggjarnar hómast í baksýninum.
Liturin á bjórini er reyðlittur við summarligum tónum frá humluni. Listamaðurin Edward Fuglø hevur prýtt flaggølina.”

Flagg-øl fæst til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór.

Starvsfólkadagur 29. mai 2019

Føroya Bjór hevur starvsfólkadag í morgin 29.05.19, tí eru skrivstovunar í Klaksvík og Tórshavn stongdar.

Sølubúðinar hava soleiðis opið:
Klaksvík 10:00 – 17:00
Leirvík 13.00 – 16.00
Tórshavn 15.00 – 18.00
Hoyvík stongt
Tvøroyri 10.00 – 17.30

Nýggj cider frá Føroya Bjór

Nýggj cider frá Føroya Bjór

Í dag kemur ein nýggj cider frá Føroya Bjór á marknaðin. Annika Waag, góðsku- og framleiðslustjóri á Føroya Bjór sigur: “Cider er ein sera nógv umbiðin vøra. Tað var í 2011, at Føroya Bjór kom á marknaðin við Nordic Cider, ein súreplacider, og tað síðsta árið hava vit arbeitt við at menna og framleiða eitt nýtt slag av Nordic Cider. Úrslitið er ein brúsandi leskilig cider við jarðberja- og lime-smakki. ”

Fríski smakkurin og serliga liturin ger Nordic Cider sera vælegnaða til vælkomudrykk til jólaborðhaldið, aftur við matinum ella til hugnaløtur saman við vinum.

Nordic Cider við jarðberjum og lime hevur styrkina 4,7%, hon er í 33 cl.-dósum og fæst til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór ella í Rúsuni.

Serbryggj til Eplafestivalin

Serbryggj til Eplafestivalin

Aftur í ár hevur Føroya Bjór saman við hugsjónarmanninum Jóhann Mortensen framleitt eina serøl, ið er bryggjað til Eplafestivalin á Sandi, sum nú er vorðið eitt fast heystartiltak, har føroyska rávøran og tað sum fæst úr jørðini og náttúruni verður fagnað.

Í gjár var gjørd ein serøl til høvið, Kálvur Lítli, og í morgin varð avdúkað, at serølin, sum í ár er gjørd til Eplafestivalin, eitur Húsfrúgvin. Tað er Annika Waag, bryggjari hjá Føroya Bjór, ið hevur bryggjað eina 5,8 prosent-øl, ið sigst vera feminin, burtur úr byggmalti, humlu, føroyskum plantum og tara.

Ølin er latin í stórar 70 sentiliturs fløskur, og fæst einans í sambandi við Eplafestivalin.

Tað er Archibald Black, bóndi og listamaður í Klaksvík, sum hevur teknað áskriftina, og kemur harvið við einum áhugaverdum boði um, hvussu hon man hava sæð út. Tað var eisini Archibald, ið teknaði Kálv Lítla til serølina í fjør.

Saman við Kálvi Lítla, seinasta katólska prestinum heima á Sandi, er Húsfrúgvin í Húsavík, ið livdi um somu tíð, ein av kendastu søguligu persónunum á Sandoynni.

Les eisini um serølina í fjør: Kálv Lítla at væta kræsnar gómar á Sandi

Les á snar.fo hvat V. U. Hammershaimb skrivaði um Húsfrúnna í Húsavík

Og á stamps.fo hvat Eyðun Andreasen skrivaði um søgnina í samband við frímerkjaútgávu í 2014

 

https://portal.fo/dimma-8796/husfrugvin-nyggj-ol-i-avmarkadari-nogd.grein

 

Enn ein Aqua Frísk frá Føroya Bjór

Enn ein Aqua Frísk frá Föroya Bjór

Í mai mánaði kom nýggjur tostadrykkur frá Föroya Bjór, Aqua Frísk Ananans og Citrus út á marknaðin, sölan og móttökan hevur verið framúr góð.

Annika Waag góðsku- og framleiðslustjóri á Föroya Bjór sigur:
“Vit fegnast um góðu móttökuna av AQUA FRÍSK, og tí fóru vit beinanvegin undir at menna nýggjan smakk av AQUA FRÍSK, og úrslitið er AQUA FRÍSK við smakki av rabarbu og jarðber. Aqua Frísk er leskiligur tostadrykkur við rabarbu og jarðber, ið hevur ein sera frískan og leskiligan smakk. Aqua Frísk inniheldur einki sukur, ongar kaloriur og einki litevni.”

Klára PET-flöskan er framleidd í Føroyum.