Einar’s Gin

 

Føroyskt ginn til ólavsøku

Nú er tað fyrsta ginnið, sum burturav er føroysk framleiðsla, komið á hillarnar í Rúsdrekkasølu Landsins. Tað er Einar’s Distillery, ið framleiðir ginnið, sum hevur fingið navnið Einar’s Gin.

– Vit hava nú í fleiri ár arbeitt við at menna føroyskt ginn, og nú halda vit, at vit eru komin á mál. Vit hava gjørt eitt siðbundið ginn við útgangsstøði í London Dry Gin.

Baraldarber og koriander (deymkorra), eyðkenna smakkin saman við nógvum øðrum urtum, og millum annað føroyska hvannrótin og góða føroyska vatnið geva ein frískligan angandi smakk, sigur Einar Waag, stjóri í Föroya Bjór, sum eisini eigur Einar’s Distillery.

Tá ið London Dry Gin verður framleitt, er eitt krav at øll rávøra og øll krydd skulu verða náttúrlig, tað er ikki loyvt at tilseta nøkur smakkievni, litevni ella annað. Náttúrligu urtirnar liggja í alkoholi eina rúma tíð, áðrenn tað verður distillerað. Tað gevur besta smakkin, greiðir Einar frá. Tað var í 2017, at Föroya Bjór gjørdi eina stóra íløgu í fyrsta føroyska distillaríið.

– Hetta við distillarínum hevur verið ein dreymur hjá okkum í eini 25 ár. Stórur partur av íløguni til eitt whisky-brennarí er longu til staðar í einum bryggjaríi, tað vil siga brygging og gering, so tað liggur væl fyri at fara undir. Vit hava brent whisky síðan 2017, og tað skal liggja í tunnum í nógv ár, áðrenn tað er búnað, sigur Einar Waag.

Einar’s Gin fæst í 70 cl fløskum í Rúsdrekkasølununum um landið, í taxfree umborð á Norrønu og í Duty Free á flogvøllinum.

Föroya Bjór framleiðir eisini Tonic-sodavatn, sum stendur mát við tær allar bestu, so nú ólavsøkan stundar til, kunnu fólk njóta ein Gin&Tonic frá Einar’s Distillery og Föroya Bjór.

Ólavsøkubryggið 2018

Føroya Bjór við ólavsøkubryggi

Nú tjóðarhátíðin stundar til,  hevur Føroya Bjór bryggjað eitt serstakt ólavsøkubryggj prýtt við eyðkendum føroyskum litum.

Annika Waag, góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór, sigur:

“Ólavsøkubryggið er ein serstøk samanseting av malti, humlu og føroyskum urtum. Ólavsøkubryggj hóskar serstakliga væl til føroyskan mat og til ólavsøkuborðið og vit vóna, at føroyingum fer at dáma væl nýggja bryggið.

Ólavsøkubryggið fæst í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og í handlunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, sum 0,33 cl. fløska.