STUÐUL


Stuðulspolitikkur hjá Føroya Bjór

Føroya Bjór er ein virkin viðspælari í føroyska samfelagnum, og tí stuðla  og samstarva vit við einstaklingar, bólkar, feløg og onnur í nærumhvørvinum í Føroyum.

Føroya Bjór tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til stuðul og samstarvsavtalur. Hugsanin hjá Føroya Bjór er, at ein og hvør sponsoravtala skal koma báðum pørtum til góðar, samstundis at stuðuls og samstarvsavtalur skula verða í tráð við marknaðarføringsætlanina, ið Føroya Bjór hevur lagt fyri komandi tíðarskeið.

Fyri at grundarlagið, hjá okkum, at viðgera innkomnu umsóknirnar skal verða so gott og rættvíst sum gjørligt, hava vit gjørt av:

  • Føroya Bjór viðger bert skrivligar umsóknir
  • Lýsing av  virkseminum + relevantar upplýsingar (navn/felag, adressa, ábyrgdari o.s.fr.)
  • Endamál og greining við tiltakinum/ stuðlinum
  • Lýsing har tað kemur fram, hvussu tiltakið/stuðulin kann tæna Føroya Bjór.

Føroya Bjór hevur avmarkaða fíggjarorku, og tí verða allar umsóknir viðgjørdar gjølla, umframt at øll fáa skrivligt svar.

Umsóknir um stuðul ið verðar sendar 14 dagar áðrenn tiltakið, verða ikki viðgjørdar.

Føroya Bjór stuðlar ikki: uttanlandaferðum hjá skúlaflokkum, ítóttarfeløgum, tónleikabólkum, einstaklingum v.m., keyp av lutaseðlum, keyp av fløgum, bókum ella líknandi.

Umleið einaferð um mánaðin viðgera vit á Føroya Bjór innkomnu umsóknirnar, av praktiskum grundum, verða ongar umsóknir viðgjørdar í juli/august og november/desember.

Umsókn um stuðul