Upplatingartíðir á Páskum

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sölubúðirnar hava opið soleiðis á Páskum. Vit ynskja öllum gleðiligar páskir.

IPA – Special Edition

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Næsta serútgávan í ár, í sambandi við at Föroya Bjór fyllir 135 ár er ein ófiltrerað, turrhumla IPA, ið er framleidd í avmarkaðari nögd. Hon er tappað í 70 cl flöskur og fæst til keyps í sölubúðunum hjá Föroya Bjór – Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík, Tvöroyri og í Leirvík.

Flagg Lager 500 ml. 4,6 % vol

Í sambandi við at vit fylla 135 ár, hava vit valt at bryggja Flagg aftur. Hetta er ein lött, summarlig bjór til veitslulötur. Liturin er gyltur við summarligum tónum, har vit hava samansett malt og nýggjar spennandi humlur. Tað er listamaðurin Edward Fuglø, ið hevur prýtt flaggölina. Ein summarlig bjór við merkinum í húnarhátti, har föroysku oyggjarnar hómast í baksýninum.

Tann 25 apríl verða tað 104 ár síðan Merkið var borið fram á fyrsta sinni, og 83 ár síðan bretar hertóku Føroyar. Í 1940 viðurkendi bretska hersetingarvaldið Merkið sum tjóðarmerki föroyinga, og gav boð um at föroysk skip skuldi sigla undir tí.⁠

Føroysk framleiðsla í 135 ár

Síðani 1888 og nú í 135 ár hevur Føroya Bjór bryggjað.  Hettar verður hátíðarhaldið við ymiskum nýggjum útgávum, ið verða at fáa í næstum.

Bjórin 1888 var bryggjað sum ein serútgáva fyrstu fer, tá ið bryggjaríið hátíðarhelt 125 ár. Móttøkan var somikið góð, at vit valdu at halda áfram við henni sigur Annika Waag bryggjari, ið hevur ment hesa bjórina.

Nú verður 1888 til keyps í nýggjum búna í 33 cl. Smakkurin er hin sami serstaki við lættari elegantari frukt- og humluaroma. Bjórin hóskar væl sum ein apertif ella at njóta afturvið góðum mati, so sum fiskarættum og løttum rættum verður sagt frá Føroya Bjór.

 

 

Upplatingartíðir til jóla

Sölubúðirnar hava opið soleiðis til jóla. Deildirnar hava vanligar upplatingartíðir mánadagin 27. desember. Vit ynskja öllum eini góð og gleðilig jól.

Einar’s Distillery við føroyskum bittara

Ein nýggjur føroyskur bittari frá Einar’s Distillery er nú á marknaðinum og fæst til keyps í Rúsdrekkasølu Landsins.

Einar’s Bitter er føroysk framleiðsla, og sera nógv orka er løgd í at velja og samanseta allarbestu urtir og krydd fyri at fáa tann besta smakkin.

Føroyski bittarin er eitt úrslit av hørðum arbeiði á Einar´s distillery seinastu árini og at Disa Christiansen úr Nólsoy fyri nøkrum árum síðan gav distarillarínum gott innlit í føroysk plantusløg, sum nú eru nýtt í hesum bittarinum.

Einar’s Distillery er fyrsta føroyska góðkenda distillarí, og framleiðir bæði Einar’s Akvavitt, Einar’s Vodka og Einar’s Gin, Einar´s Cask og nú eisini Einar’s Bitter. Føroyskt whisky frá Einar’s Distillery er eisini í tunnum og búnast.

Einar’s Bitter er 38% og kann njótast til veitslur og hugnaligar løtur.

Páskabryggið 2018

Várið er í nánd og vit ganga ímóti ljósari tíðum. Páskabryggið 2018 er bryggjað og smakkað.

-Vit hava gjørt nógv fyri at fáa tann besta smakkin og góðsku – verður sagt frá bryggjarunum á Føroya Bjór.

Páskabryggj 2018 er sett saman við bestu rávøru og hóskar tað sera væl til Føroyskan mat og til páskaborðið.

Í ár eru 130 ár síðani Símun í Vági av fyrsta sinni bryggjaði á Føroya Bjór.

Várbryggj 2018

 

Føroya Bjór bjóðar várinum vælkomnum

Náttúran er við at vakna aftur, og fyrstu vártekin hómast. Tað merkist eisini á Føroya Bjór.

Hesaferð er várið heilt serstakt, nú 130 ár eru liðin, síðan Símun í Vági fór undir at bryggja á Føroya Bjór.

Aftur í vár heilsar Føroya Bjór várinum vælkomnum við Várbryggj.

Várbryggj er sett saman við serstøkum rávørum. Ein frísk og várlig bjór, sum hóskar seg væl afturvið fiski, ljósum kjøti og føroyska várinum.

Várbryggj fæst í 33 cl. dós í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og Rúsdrekkasølu Lamdsins kring landið.

Einar’s Akvavitt og Einar’s Vodka

Føroyskt akvavitt og føroyskt vodka kemur i dag á hillarnar í Rúsdrekksølu Landsins.
Tað er Einar’s Distillery, ið er framleiðari og er fyrsta góðkenda føroyska distillarí, og vørunar eru føroysk framleiðsla.

Einar’s Akvavitt: Er kryddað við kumman, föroyskum urtum og distillerað við föroyskum vatni. Smakkurin er mildur og frískur. Hóskar væl til föroyskan mat og sum durasnapsur.
Einar’s Vodka: Er framleitt úr natúrligum rávörum og distillerað við föroyskum vatni. Smakkurin er mildur og frískur.
Vit hava síðani 2011 arbeitt við hesari verkætlanini, og eru fegin um at kunna bjóða føroyingum føroyskt akvavitt og vodka, meðan vit bíða eftir whisky, ið liggur og lagrar, sigur Einar Waag stjóri.

Nýggj heimasíða

Føroya Bjór hevur fingið nýggja heimasíðu. Síðan er gjørd til at rigga bæði til teldlar, fartelefonir og sjálvandi teldur og tað er Estra Vasti í Gøtu, sum hevur gjørt síðuna og myndinar hevur Finnur Justinussen frá Fotostudio tikið.

“Vit eru sera fegin um at hava fingið eina nýggja snøgga heimasíðu”, sigur Einar Waag stjóri.

Arbeitt verður í løtuni við at fáa síðuna út á fleiri málum.