Privatlívspolitikkur hjá Føroya Bjór (Dátuverndarkunning)

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Føroya Bjór at tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

1. Vit eru dátuábyrgdari

Føroya Bjór er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av  persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Føroya Bjór:

Føroya Bjór
Klakksvíksvegur 19
700 Klaksvík
fb@foroyabjor.fo
V-tal 314803

Á heimasíðuni www.bjor.fo sæst hvat verður bjóða út av vørum og tænastum.

2. Nær viðger Føroya Bjór persónupplýsingar um teg

Føroya Bjór viðger persónupplýsingar um teg í samband við sølu av vøru og tænastum.  Tað kann til dømis verða at tú hevur keypt vøru ella tænastu frá Føroya Bjór, og tá hevur tú gjørt eina avtalu við okkum, og tá er neyðugt hjá okkum at fáa og viðgera tína persónupplýsingar.

Eisini kann tað verða at tú hevur sent Føroya Bjór, ein fyrispurning, ein keypsordra, eina klagu, ella eina starvsumsókn, o.s.fv. sum ger at Føroya Bjór skal viðgera tað tú sendir inn og hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.

Føroya Bjór hevur bæði eina Facebook síðu og eina Instagram síðu. Her viðger Føroya Bjór persónupplýsingar um teg, um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Føroya Bjór. Afturat hesum viðgera tey eisini upplýsingar um teg um tú sendir teimum beinleiðis boð ígjøgnum hesar miðlarnar.

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Føroya Bjór vil veita kundunum eina góða tænastu, og tað er tí er tað neyðugt hjá Føroya Bjór at viðgera tínar persónupplýsingar.   Tað eru fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar.  Tað kann verða at taka ímóti og viðgerð av ordrum frá tær.  Senda vørur út til tín, veita tænastur í samband við luttøku í tiltøkum, svara fyrispurningum og senda rokningar o.s.fv. Ella sagt við øðrum orðum, vit viðgera tínar persónupplýsingar til vanliga kundaumsiting.

Um tú hevur sent eina starvsumsókn til okkum, viðgera vit tínar persónupplýsingar fyri at kunna svara tíni umsókn.  Hesar upplýsingar verða viðgjørdar av ábyrgdarpersónum og um tú ikki fekst starvið,  goyma vit upplýsingarnar í 2 ár, og tær verða síðani strikaðar.

3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð

Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar, sum Føroya Bjór viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.

  • Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-4 og 6.
  • Føroya Bjór viðgerð í útgangsstøði ikki viðkvæmar persónupplýsingar, men um tað skuldi verið neyðugt, verður tað gjørt við heimild í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-7, umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
  • Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við áseting í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.

4. Sløg av persónupplýsingum

Tá tú keypir eina vøru ella eina tænastu frá okkum verða vanliga hesar persónupplýsingarnar viðgjørdar:

  • For- og eftirnavn, bústað, postnummar, býur/bygd, teldupost, land, virki(valfrítt), telefon og kontoupplýsingar (frá veitarum)
  • Tað tú hevur keypt frá okkum og samskiftið vit hava havt við teg.

Um tú hevur sent eina starvsumsókn til okkum verða vanliga hesar persónupplýsingar viðgjørdar:

  • For- og eftirnavn, bústað, postnummar, býur/bygd, teldupost, land, CV, útbúgvingar, tilmæli, tilvísingar og møguliga aðrar líknandi upplýsingar.

Um tú ert virkin á sosialu miðlunum, sum Facebook/Instagram/Twitter síðuni eru tað hesar upplýsingar, ið verða viðgjørdar:

  • For- og eftirnavn, myndir og aðrar upplýsingar tú sjálv/ur hevur deilt/likar á okkara profili/konto

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Føroya Bjór gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari. Men vit nýta í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera bókhald, flutningsfeløg og KT-menning/hýsing/rakstur/goymsla/viðgerð av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum.

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í  millumtjóðafelagsskapum

Føroya Bjór nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.

Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

6.1 Føroya Bjór brúkar Facebook, Instagram og Twitter

Føroya Bjór hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar.  Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Føroya Bjór.  Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

Um tú sært tað, sum liggur á facebook er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitikkin hjá Facebook.

Føroya Bjór hevur eisini eina Instagram síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur eisini her at vera vitandi um, at Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Instagram síðuna hjá Føroya Bjór. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Instagram brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

Um tú sært tað, sum liggur á Instagram er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Instagram og hevur góðtikið politikkin hjá Instagram.

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitikkin hjá Instagram.

Harumframt hevur Føroya Bjór eina Twitter konto, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur eisini her at vera vitandi um, at Twitter savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú vitjar Twitter kontoina hjá Føroya Bjór. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Twitter brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tað tú sært á tíni konto fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

Um tú sært tað, sum liggur á Twitter er tað helst tí tú hevur eina Twitter konto og hevur góðtikið politikkin hjá Twitter.

Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Twitter.

7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Sum áður nevnt, so heintar Føroya Bjór tínar persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá okkum og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini verða frá øðrum, sum til dømis um onkur bíleggur eitthvørt frá okkum til tín.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

Føroya Bjór hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering

Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.

10. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógina hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.  Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).

10.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

10.2 Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

10.3 Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

10.4 Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.  Rætturin er ikki treytaleysir, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at Føroya Bjór skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.

10.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

10.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

10.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

10.8 Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga.   Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Føroya Bjór á fb@foroyabjor.fo

10.9 Klaga til Dátueftirlitið

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Metir tú, at Føroya Bjór ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.   Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo

———

Hesin privatlívspolitikkur er seinast dagførdur 14. mars 2022