SÖGAN


Føroya Bjór er eitt serføroyskt familjubryggjarí, sum telist millum elstu fyritøkurnar í Føroyum

Símun breyt upp úr nýggjum

Føroya Bjór varð stovnað í 1888, tá vinnulívsmaðurin í Klaksvík, Simon Frederik Hansen, vanliga róptur Símun í Vági, fór undir at bryggja føroyskt øl.

Símun í Vági hevði framman undan starvast hjá Beck & Sønner, sum høvdu keypt úthandilin hjá gamla einahandlinum í Klaksvík. Hann fór í 1883 til Danmarkar at læra til bakara. Har lærdi hann eisini at bryggja øl.

Fimm ár seinni fór hann undir sína egnu fyritøku í Klaksvík.

Tá ið fríhandilin kom, vóru tað fleiri føroyingar, sum fóru at bryggja. Símun í Vági var ein teirra. Føðingin fór fram í kjallaranum í heiminum í Vági, har fyrsta ølin varð bryggjað. Vit vita ikki, hvussu fyrsta ølin royndist, men tað hevur helst verið ein góð øl, sum var bryggjað úr malti.

Eftir fólkaatkvøðuna um rúsdrekkalógina í 1907 var forboðið at bryggja øl, sum var sterkari enn 2,7 prosent. Og tað var støðan næstu 74 árini. Tí framleiddi Føroya Bjór bara veikari øl hesi árini.

Símun í Vági var merkismaður. Hann var bryggjari, bóndi, bakari og reiðari. Hann teknaði sjálvur eyðkenda búmerkið av veðrinum, sum hevur verið sermerkið hjá bryggjarínum øll árini.

Sonurin bygdi út

Símun í Vági doyði í 1935. Heimskreppan og avleiðingarnar av Wall Street elvdu til, at Føroya Bjór var í ringum skørum. Men tað eydnaðist kortini at hóra undan.

Símun í Vági og konan, Karin úr Funningsstovu í Havn, fingu 13 børn. Tann fjórði í røðini var Einar Fróvin Waag. Hann tók við eftir pápan. Sonurin var líkur pápanum. Vitbjartur og ótroyttiligur legði hann undir trongum umstøðum lunnar undir ta fyritøku, sum Føroya Bjór er í dag.

Hann keypti maskinurnar hjá Smæruni og fór at framleiða sodavatn í 1936. Føroya Bjór er nú einasta fyritøka í Føroyum, sum framleiðir føroyskt sodavatn.

Føroya Bjór menti seg hesi árini frá at vera eitt minni virki til eitt modernað ídnaðarvirki. Í 1952 bygdi hann eitt nýtt bryggjarí nærindis gamla bryggjaríið á Fornagørðum. Hølini vóru bygd út fleiri ferðir hesi árini, Einar Fróvin Waag var stjóri.

Triðja ættarliðið tekur við

Í 1970 kom triðja ættarliðið til. Í 1968 fór Einar Waag, sonur Einar Fróvin Waag og Onnu Malenu Joensen, at læra til bryggjmeistara í Munchen. Tvey ár seinni varð hann settur sum stjóri, bara 23 ára gamal.

Brøðurnir Einar og Heini Waag áttu hvør sína helvt av fyritøkuni. Í 2008 keypti Einar partin hjá Heina. Dóttir Einar, Annika Waag, er nú virkis- og góðskuleiðari.

Í 1980 bar aftur til at bryggja sterkari øl í Føroyum. Bryggjaríið hevur árini síðan økt munandi um framleiðsluna, og ein rúgva av nýggjum øli er bryggjað. Føroya Bjór hevur gingið undan, og góða ølið hevur vunnið fyritøkuni bestu skoðsmál og viðurkenning, heima sum úti. Føroya Bjór hevur eisini vunnið nógvar útlendskar ølkappingar.
Fyritøkan hevur verið í stórari menning hesi árini, Einar Waag hevur havt ábyrgdina. Tøkniligu framstigini hava havt við sær, at tað hevur verið neyðugt at tillaga framleiðsluna, og Føroya Bjór er nú ein nýmótans virki, sum við útbyggingum og nýggjum maskinum er brynjað til framtíðina.

Føroya Bjór eigur størsta partin av føroyska marknaðinum: 65 prosent av ølinum og 45 prosent av sodavatninum.
Í 2013 fór Føroya Bjór at framleiða plastfløskur. Við íløguni tók fyritøkan atlit til umhvørvið, tí tómar plastfløskur vóru ikki longur innfluttar úr øðrum londum. Tá komu eisini bæði øl og sodavatn í dós.

Í 2016 kom fyrsta fløskan av Einar´s Akvavitt á marknaðin, og í oktober sama ár vóru fyrstu tunnurnar av whisky lagdar á goymslu. Hetta er partur av einari størri verkætlan, ið hevur verið ávegis í meira enn 20 ár. At menna eitt distillarí, ið framleiðir whisky og onnur sløg av sterkari løgi í heimsflokki. Trýst á leinkjuna einarsdistillery.com fyri at síggja vøruúrvalið.

Føroya Bjór hevur verið ein virkin viðspælari í føroyska samfelagnum og hevur bæði stuðlað og samstarvað við einstaklingar og feløg. Tað ætlar fyritøkan eisini framhaldandi at gera.