Eina Einar’s øl – Hjartaliga tillukku.
Nógv eru tey, ið altíð hava kallað ølið hjá Føroya Bjór Einar’s øl.
Starvsfólkið hevur valt at heiðra stjóran við einum serligum heiðursbryggi, kallað Einar’s Special. Hendan bjórin verður til sølu um nakrar dagar.
Hetta, tí at Einar tann 1. Februar 2017 verður 70 ár, og at hann hevur starvast á Føroya Bjór í fleiri enn 45 ár.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, er sonur gamla Einar Waag og Onnu Malenu Joensen úr Sørvági. Pápi gamla Einar, Símun í Vági, var giftur Karin, ætta úr Funningsstovu í Havn. Símun í Vági tók stig til Føroya Bjór og fór at bryggja í 1888.
Í dag starvast umleið 40 fólk á Føroya Bjór kring alt landið. Einar Waag virkar í dag sum stjóri á eini av elstu fyritøkum í Føroyum, sum hann hevur havt undir hond seinastu 47 árini.
Eftir lokið studentsprógv, fór Einar undir útbúgving sum bryggjmeistari í Munchen í 1968. Tvey ár seinni, í 1970, tók Einar við stjórastarvinum á Føroya Bjór, bara 23 ára gamal. Hesi seinastu gott og væl 47 árini hevur bryggjaríið ment seg frá einum minni virki til at vera eitt nýmótans ídnaðarvirki.
Einar giftist Elisu Holm úr Havn í 1974, og tey eiga dóttrina Anniku.
Einar hevur altíð verið virkin, har ídnaðurin er galdandi, og hann er sera nærlagdur, tá tað kemur til góðsku. Tí er ikki løgið, at Einar’s øl eisini hevur fingið góð skoðsmál uttanlands.
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takk fyri gott samstarv.
Ynskja,
Starvsfelagar á Føroya Bjór
Einar’s Special (Fakta um ølina)
Einar’s Special er eitt Serbryggj við góðari samanseting av 8 ymiskum maltsløgum, humlu og tí besta savnað úr føroysku nátturuni.
Einar Waag hevur ein serligan tokka og stóra vitan um føroysku nátturuna, fuglar, seyð, plantur og alt livandi. Tí hava starvsfelagarnir á Føroya Bjór valt Føroysku náttúruna sum íblástur til Einar’s Special.
Í fjør varð við hjálp frá serkønum savnað tað besta av urtum og plantum úr føroysku náttúruni, hettar gevur Einar’s Special eitt eykað føroyskt krydd.
Einar’s Special er bryggjað fyri at heiðra Einar Waag á 70 ára føðingardegnum.