Tvey nýggj heiðursbryggj

Katharina & Luther.

Vit hava bryggjað 2 heiðursbryggj í samband við, at tað eru 500 ár síðani, at Martin Luther feldi tær 95 tesirnar á Slotshurðina í Wittenberg.

Katharina von Bora, kona Luther var bryggari, plantukøn og hevði egið bryggjarí. 
Bryggjara á Føroya Bjór hava gjørt nógv burtur úr, at finna røttu rávørur, samanseting og uppskriftir fyri at bryggja eftir leistinum hjá Katharinu Von Bora.

Katharina Von Bora, 5,8 % vol
Ein ljós ófiltrerað bjór, ið hóskar væl til fisk og fiskarættir.
Bryggjað soleiðis, sum vit ímynda okkum at Katharina von Bora gjørdi tað.

Martin Luther, 5,8% vol
Ein myrk ófiltrerað bjór, ið hóskar væl til kjøt og føroyskan mat. Bryggjað soleiðis, sum vit ímynda okkum at Katharina von Bora gjørdi tað.

Heiðursbryggjini fáast til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór kring landið.