Serbryggj til Eplafestivalin
Serbryggj til Eplafestivalin
Aftur í ár hevur Føroya Bjór saman við hugsjónarmanninum Jóhann Mortensen framleitt eina serøl, ið er bryggjað til Eplafestivalin á Sandi, sum nú er vorðið eitt fast heystartiltak, har føroyska rávøran og tað sum fæst úr jørðini og náttúruni verður fagnað.
Í gjár var gjørd ein serøl til høvið, Kálvur Lítli, og í morgin varð avdúkað, at serølin, sum í ár er gjørd til Eplafestivalin, eitur Húsfrúgvin. Tað er Annika Waag, bryggjari hjá Føroya Bjór, ið hevur bryggjað eina 5,8 prosent-øl, ið sigst vera feminin, burtur úr byggmalti, humlu, føroyskum plantum og tara.
Ølin er latin í stórar 70 sentiliturs fløskur, og fæst einans í sambandi við Eplafestivalin.
Tað er Archibald Black, bóndi og listamaður í Klaksvík, sum hevur teknað áskriftina, og kemur harvið við einum áhugaverdum boði um, hvussu hon man hava sæð út. Tað var eisini Archibald, ið teknaði Kálv Lítla til serølina í fjør.
Saman við Kálvi Lítla, seinasta katólska prestinum heima á Sandi, er Húsfrúgvin í Húsavík, ið livdi um somu tíð, ein av kendastu søguligu persónunum á Sandoynni.
Les eisini um serølina í fjør: Kálv Lítla at væta kræsnar gómar á Sandi
Les á snar.fo hvat V. U. Hammershaimb skrivaði um Húsfrúnna í Húsavík
Og á stamps.fo hvat Eyðun Andreasen skrivaði um søgnina í samband við frímerkjaútgávu í 2014
https://portal.fo/dimma-8796/husfrugvin-nyggj-ol-i-avmarkadari-nogd.grein