Nýggj cider frá Føroya Bjór
Nýggj cider frá Føroya Bjór
Í dag kemur ein nýggj cider frá Føroya Bjór á marknaðin. Annika Waag, góðsku- og framleiðslustjóri á Føroya Bjór sigur: “Cider er ein sera nógv umbiðin vøra. Tað var í 2011, at Føroya Bjór kom á marknaðin við Nordic Cider, ein súreplacider, og tað síðsta árið hava vit arbeitt við at menna og framleiða eitt nýtt slag av Nordic Cider. Úrslitið er ein brúsandi leskilig cider við jarðberja- og lime-smakki. ”
Fríski smakkurin og serliga liturin ger Nordic Cider sera vælegnaða til vælkomudrykk til jólaborðhaldið, aftur við matinum ella til hugnaløtur saman við vinum.
Nordic Cider við jarðberjum og lime hevur styrkina 4,7%, hon er í 33 cl.-dósum og fæst til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór ella í Rúsuni.