30 ár síðan Landskrona

12. september 1990 vann føroyska A-landsliðið hjá monnum sín fyrsta EM-undankappingardyst, tá Torkil Nielsen knallaði bóltin í málið til endaliga úrslitið 1-0 til Føroyar. Hesin sigurin stendur fastur í minninum hjá flestu føroyingum sum ein av mongu minningarríku løtunum í altjóða ítrótti.

Føroya Bjór hátíðarheldur 30 ára dagin við at bryggja eina Landskrona.er ein export øl 5.8 % bryggjað nakað á sama hátt sum gulløl, men við væl meira av aromahumlu, citrus og frugtanga.

Fæst til keyps í Rúsuni í Tórshavn og sølubúðunum hjá Føroya Bjór í Tórshavn, Hoyvík og Klaksvík.