Nordic Hard Seltzer

Nordic Hard Seltzer. Eitt frískligt og brúsandi íkast til summarið. Hetta er tann fyrsti av sínum slag, sum er framleiddur í Føroyum.

Nordic Hard Seltzer inniheldur bert fáar kaloriur. Smakkurin er fruktkendur, úr nátúrligum úrdráttum, uttan gluten, og einki sukur. Smakkirnir eru lættir og brúsandi við Passion Fruit/Mango og Elderflower/Lime.

Seinastu árini hevur Hard Seltzer verið sera væl umtókt uttanlands, og tí meta vit eisini, at tíðin er búgvin til at hettar verður framleitt í Føroyum.

Vit vóna at tit taka væl ímóti Nordic Hard Seltzer, sum í fyrstu syftu fæst til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og hjá Rúsdrekkasøluni.

 

Innihald: 33 cl, 4.5% vol,

Smakkur: Lætt og brúsandi

Orkuinnihald: 25 Kcal/100 ml

Onki sukur

Uttan gluten