Páskabryggj

Páskabryggj varð bryggjað fyrstu ferð í 1984, og hevur síðani verið ein fastur táttur í okkara brygging til Føroyska várið.​

Vit leggja stóran dent á at tryggja hægstu góðsku og besta smakk. Við at nýta bestu rávørur og samanseta tær við nærlagni, fáa vit eitt framúrskarandi samanspæl og javnvág millum søta malt- og beiska humlusmakkin.

Páskabryggið fæst í 0,33 l glasfløsku.

🍺 Bógvur stoktur í Páskabryggi 🌼
Hetta er ein klassikari við einum “twisti”.
Ein rættur sum angar og smakkar av vári!
🌿 Hetta skalt tú brúka:
– 1 lambsbógv
– 6 gularøtur
– 1 rót
– 2 purrur
– ½ selleri
– 1–2 fløskur av Páskabryggi
– 4 dl vatn
– Frísk timian, salt og pipar
– Epli afturvið


Soleiðis gert tú:
Steik bógvin í 30 minuttir á 200°C.
Tak hann út og legg grovskorna grønmetið í botnin av skuffuni.
Stoyt 1–2 fløskur av Páskabryggi og 4 dl vatn yvir.
Krydda við timiani, salt og pipar.
Pakka skuffuna væl inn í staniol.
Skrúva ovnin niður á 160°C, og lat bógvin steikja í 2 tímar.
🥔 Borðreið við eplum og einari ísakaldari Páskabryggj 🍻
Vælgagnist! 🌼