
Maskinfólk til Føroya Bjór
Ver við til at skapa framtíðina hjá eini søguríkari føroyskari fyritøku!
Føroya Bjór er eitt virkið í støðugari menning. Tískil sóknast vit eftir dugnaligum og virkisfúsum maskinfólki til framleiðsluna í Klakksvík.
Maskinir, tøkni og tól á virkinum, skulu støðugt eftirhyggjast, viðlíkahaldast og moderniserast.
Tú kemur at hava ábyrgd av dagføring-, rakstri- og umvælingum á tí tekniska økinum. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvið við framleiðslutoymið á virkinum og uttanhýsis veitarum.
Um teg:
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinmeistari-, elektrikari- ella hevur líknandi royndir og fakliga vitan.
- At tú ert álítandi, engasjeraður og brennir fyri tínum arbeiði.
- At tú ert fleksibul, jaligur og dugir at hava nógv jørn í eldinum.
- At tú dugir at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt og skipað.
- At tú hevur røttu førleikar- og viðkomandi útbúgving- og royndir til at loysa uppgávurnar á virkinum.
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt spennandi starv við breiðum fakligum avbjóðingum.
Eitt gott arbeiðspláss við eini støðugari menning undir skipaðum umstøðum.
Løn og setanartreytir eru eftir sáttmála og sambært avtalu.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella, tá ið rætti umsøkjarin er funnin.
Umsóknir
Sendið vinaliga umsóknina skjótast gjørligt.
Um spurningar eru til starvið ert tú vælkomin at venda tær til virkisleiðaran Anniku Waag á annika@foroyabjor.fo tel. 295440.
– – – – – –
Föroya Bjór
Síðani 1888 hava vit framleitt Föroyskt stuttflutt sodavatn og bjór.
Góðska, besti smakkur og nýskapan hevur vunnið okkum góð skotsmál heima og uttanlanda.
Við kundanum í miðdeplinum og við góðari tænastu, selja vit föroyskar drykkivörur, framleiddar á mest skynsama burðardygga hátt.
Einar´s Distillery er sprottið úr hesi vinnu.
Vit gera föroyskt Akvavit, Gin, Rom, Likør og Whisky, ið við góðum úrslitum nú verður selt uttanlanda.

