Einar´s Distillery hevur vunnið heiðursmerki

Vit eru errin av at kunna boða frá, at hevur fingið viðurkenning á London Spirits Competition 2020, og er heiðrað við gullmedalju fyri síni 92 stig í kappingini. Dómararnir eru serfrøðingar innan sína vinnugrein og hava blindsmakka, mett um fjølbroytni og slag og hava smakkað umaftur. Mett verður eftir góðsku, virði fyri pengarnar og hvussu fløskan umboðar innihaldið. Øllum hesum eru vit errin av.

 

Einar’s Bitter ein serstøk bitter við føroyskum vatni og kryddað við útvaldum urtum m.a. fleiri føroyskum.