40 ár síðani Gull og Veðrur komu á marknaðin

 

 

 

Summarið 1980 var ein spennandi tíð hjá føroyskari ølbrygging og bryggjaríunum, ið tá vóru, Føroya Bjór og Restorffs. Hetta summarið var uppskotið um loyvi at bryggja øl sterkari enn 2,7% samtykt í landsstýrinum.

 

Vilhelm Johannesen, ið tá var landsstýrismaður í lógar- og vinnumálum, legði uppskotið fyri Løgtingið um at loyva bryggjaríunum at bryggja sterkari øl. Vilhelm vísti á, at eftir uppskotinum svaraði framleiðslugjaldið á føroyskt framleiddum øli til umleið innflutningstollin og 13 prosent av serliga innflutningsgjaldinum. Landskassin fekk sostatt umleið somu inntøku av øli bryggjað í Føroyum sum av innfluttum øli.

 

Føroya Bjór var væl fyrireikað at bryggja sterkari øl enn tað, ið framman undan var loyvt. Við stórum tangakapasiteti og møguleika at bryggja upp til 10.000 litrar av øli um dagin vóru umstøðurnar hjá Føroya Bjór góðar. 17. mai 1980 boðaði Vilhelm Johannesen frá, at bryggjaríini høvdu møguleika at søkja um fyribilsloyvi at bryggja sterkari øl. Treytin var at einki øl varð útflýggjað, fyrr enn endaliga loyvið var staðfest. Óli Breckmann, løgtingsmaður, helt fyri, at Vilhelm skeyt papageykin, men rakti elefantin, tí Løgtingið samtykti, at alkoholprosentið mátti ikki fara upp um 5,8 prosent, og tískil var ikki longur loyvt at selja danskan elefant her á landi.

 

Mikudagin 16. juli 1980 upplýsti Vilhelm Johannesen, at loyvini at tappa og selja øl vóru send til Klaksvíkar, og klárt var at selja, so skjótt tollvaldið hevði góðkent goymslurnar hjá Føroya Bjór, ið hevði bryggjað 5.000 kassar av øli, 2700 av hesum vóru Gull. Fríggjadagin 18. juli fóru fyrstu kassarnir úr sølubúðini í Klaksvík, og mánadagin 21. juli úr sølubúðini í Havn. Alt Gullølið varð útselt longu fyrstu vikuna. Tá kostaði ein kassi av Gulli 180 kr. og ein kassi av Veðri 132 kr.

 

Føroya Bjór hátíðarheldur dagin við størri íløtum til bæði Veðr og Gull, so møguleiki nú eisini er at keypa 0,5 litur. Smakkurin er tann sami. Veðrapilsnarin hevur sín fríska og fruktkenda anga við løttum malt- og humlusmakki, meðan Gullølin, aromatisk og frísklig, m.a. er frálík afturvið røstum og væl kryddaðum mati, ikki minst øllum tí, føroyingar borðreiða við til veitslur, stevnur og aðrar merkisdagar.