Nýggj øl frá Føroya Bjór – Múlafossur Red Ale

 

Nýggj øl frá Føroya Bjór – Múlafossur Red Ale

í samstarvi við bóndan í Gásadali, Jóhan Fagraklett hava vit bryggjað eina nýggja øl. Hetta er ein Irish Red Ale við vatni úr Múlafossi og byggið er somuleiðis úr Gásadali.

Ein Reyðlig bjór við góðum og mjúkum ráka av ymiskum maltsløgum og bayerskari humlu, ið hóskar væl til lambs- og neytakjøt.

 

Frá hugskoti til veruleika
í gomlum døgum var jørðin í Gásadali brúkt til at dyrka korn á. Hetta kann lesast í gomlum skjølum. Tí kom hugskotið at royna hetta aftur.

Í februar 2019 hittust bóndin í Gásadali og Einar Waag á landbúnaðarstevnu í Klaksvík. Kornið skuldi fyrst og fremst brúkast sum fóður, men Einar helt fyri, at tað var synd at brúka alt til matna.

– Heldur áttu vit at roynt at bryggja eina øl við føroyskum byggi og ikki minst vatni úr Gásadali.

Tá akurin var hálvan metur høgur var klárt at hesta. Kornið varð fingið til vega og turkað á garðinum. Síðani varð kornið koyrt til Klaksvíkar, har ølin er bryggjað. Úrslitið er sum áður nevnt ein Irish Red Ale, ið kallast Múlafossur. Ølin fæst í 33 cl fløskum og verður at fáa í sølubúðunum hjá Føroya Bjór í morgin, 5. mai.